Skriva út
Lagt út: 23.10.2015

Open Access vinnur skjótt fram

Seinnu árini eru alt fleiri vísindaligar greinar givnar út í Open Access tíðarritum. Hóast tað hava verið nakrar keðiligar søgur við tíðarritum, sum ikki hava havt nóg strong góðskukrøv, so er rákið greitt, at tað gerst alt meira vanligt at geva út í opnum tíðarritum. Tað eru nú skrásett fleiri enn 10.000 javnlíkamett opin tíðarrit í Directory of Open Access Journals, og tað leggjast fleiri afturat hvønn dag.

Farna vika hevur verið Altjóða Open Access vika og fokus hevur verið á fyrimunir og vansar við hesum slagnum av útgávum. Ein av eyðsýndu fyrimununum við Open Access tíðarritum er, at øll sleppa at lesa greinar uttan kostnaðarmikil hald. Hetta hevur sera stóran týdning fyri atkomumøguleikar og útbreiðslu av vísindaligum greinum. Ein stórur vansi er hinvegin, at tað verður kravt gjald frá granskarum og stovnum teirra fyri at geva út greinar í opnum tíðarritum. Hetta hevur í fleiri førum við sær, at granskingarúrslit ikki verða almannakunngjørd, tí fígging ikki er tøk til hetta. Kostnaðurin fyri at geva út í viðurkendum tíðarritum hjá forløgunum Plos og BioMed Cental. liggur frá umleið 4.500 kr. til 19.000 kr., og helt upp til næstan 30.000 kr. í Nature Communications.

Tað eru nógv, sum halda tað vera prinsipielt skeivt, at greinar, sum eru skrivaðar av granskarum í stóran mun fyri almennar játtanir, ikki eru atkomiligar hjá øllum. Alt fleiri granskingarráð og –stovnar hava eisini sum prinsipp samtykt, at øll útgáva av granskingarúrslitum, sum er fíggjað við almennum stuðli, skal gevast út í Open Access. Í Horizon 2020 er hetta eitt krav.

Granskingarnevndin samtykti í 2014, at Granskingarráðið skuldi skriva undir “The Berlin Declaration on Open Access to Knowledge in the Sciences and Humanities” taka undir við “Principles for the Transition to Open Access to Research Publications”, hjá felagsskapinum Science Europe . Næsta stigið er at samtykkja ein nationalan Open Access politikk.

Í hesum arbeiði er ein avgerandi spurningur, hvussu Open Access útgáva skal fíggjast. Fleiri granskingarráð og stovnar góðkenna, at gjaldið fyri Open Access útgávu er partur av fíggjarætlan til verkætlanir, sum til ber at søkja stuðl um.

Granskarar í Føroyum hava júst í hesum døgum fingið møguleika at søkja stuðul til Open Acces útgávur úr pulju, sum Granskingargrunnurin hevur fingið at umsita. Les meira um nýggju stuðulsskipanina til vísindaligar útgávur o.l. her
 
Les um Open Access politikkin hjá Granskingarráðnum her

Les meira um International Open Access Week her

Kelda: Videnskab.dk

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.