Skriva út
Lagt út: 24.10.2017

Open Access vika 2017

Open Access er beinleiðis, netborin og ókeypis atgongd til granskingarúrslit.

Ótarnað atgongd til granskingarúrslit er møgulig við netbornu tíðarritunum og skjótu leitimøguleikunum á netinum. Hesin marknaður ger tað møguligt at útgeva greinar til ein stóran brúkaraskara og at nýta í frálæru, gransking og til almennan kunnleika hjá borgarum.

Open Access verður í alsamt størri mun sett sum krav, tá talan er um gransking við almennum stuðli. Mett verður, at tað, sum er fíggjað við almennum játtanum, skal verða øllum at gagni.

Granskingarnevndin samtykti í 2014, at Granskingarráðið í prinsippinum skal taka undir við Open Access politikki fyri vísindaligt arbeiði, sum er fíggjað úr Granskingargrunninum. Tað sama ger seg galdandi fyri verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Horizon 2020 og øðrum altjóða stuðulsgrunnum.

At talan í høvuðsheitum skal vera um Open Access atgongd merkir tó ikki, at alt skal vera alment atgeingiligt. Tað ber til at goyma tilfarið í innanhýsis goymslu og tað kunnu eisini vera orsøkir til ikki at leggja tilfar alment fram, t.d. um talan er um vinnuligt virksemi ella um úrslit/framleiðsla skal verða vard við patenti.

Opin til tess at ...

Hesa vikuna er altjóða 'Open Access Week' við heitinum: “Open in order to...”

Hetta er 10. ferðin at fokus verður sett á Open Access á henda hátt. Evnið er ein spurningur, sum leitar eftir svari um ágóðan við Open Access. Orðini: “Opin til tess at ...” leiða frá opinleika til tað, sum opinleikin gevur. Tað kann verða innan ávíst fakøki, á einum stovni ella í mun til okkurt.

Opin og frí atgongd til tess at fáa størri ávirkan. Opin til tess at økja um luttøkuna í granskingini. Opin til tess at bøta um almennu heilsustøðuna. Ella okkurt heilt annað.

Spurningurin verður svaraður við tiltøkum og framløgum um útbreiðslu av tilfari og hví tað eigur at verða gjørt alment atgeingiligt. Víst verður á týdningin av ‘open science’, ‘open access’ og ‘open data’. Henda týdning hevur ES kommisserurin fyri gransking, menning og nýskapan, Carlos Moedas, eisini víst á við sínum slagorðum: ‘The Three Os – Open Innovation, Open Science, Open to the World’.

Stuðul til útgávu av vísindaverkum o.l.

Tað er sjáldan ókeypis at geva út í Open Access og tí er møguligt at fáa stuðul til útgávuna  úr Granskingargrunninum.

Granskingargrunnurin umsitur grunn, ið hevur sum endamál at veita stuðul til útgávu av javnlíkamettum (“peer reviewed”) vísindaverkum, ið stuðla føroyskt vísindastarv. Við javnlíkameting er at skilja faklig meting eftir viðurkendum akademiskum siðvenjum. Við vísindaverk er at skilja bøkur, sum monografiir, doktararitgerðir og greinasøvn, og greinar í tíðarritum.

Les um reglur og treytir fyri stuðli til Open Access útgávu úr Granskingargrunninum her

Les um visiónina hjá ES kommiserinum Carlos Moedas her

Les um Open Access samtyktina hjá Granskingarnevdnini her

Les um altjóða Open Access vikuna her

 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.