Skriva út
Lagt út: 08.10.2018

Open Access stytti munandi um útgávutíðina av støddfrøðigrein

Í farnu viku varð greinin »Flow equivalence and orbit equivalence for shifts of finite type and isomorphism of their groupoids« útgivin í altjóða tíðarritinum Journal of Mathematical Analysis and Applications.

Greinina hava Toke Meier Carlsen og Gunnar Restorff, ið eru støddfrøðingar á Fróðskaparsetrinum, skrivað saman við Søren Eilers frá Københavns Universiteti og Eduard Ortega frá NTNU.

Tað tekur vanliga rúma tíð frá tí, at ein grein er góðkend til útgávu. til hon er tøk á netinum og í tíðarritum. Í hesum førinum gingu tó bert 2 dagar frá at greinin varð góðkend, til hon var tøk á netinum og 8 dagar til hon var liðugt uppsett við útgávuupplýsingum og síðutølum . Greinin er givin út Open Access í eitt avmarkað tíðarskeið. Ókeypis leinki til greinina, ið er virkið ein góðan mánaða fram er her 

Í støddfrøði eru operatoralgebra og dynamiskar skipanir tvær at síggja til heilt ymiskar disciplinir, men seinastu 20 árini er granskað í sambondum millum hesar. Í greinini verður lýst, hvussu eginleikar sum banaekvivalensur og streymekvivalensur millum skiftrúm kunnu síggjast aftur sum ávikavist diagonalvarðveitandi isomorfiir og diagonalvarðveitandi stabilar isomorfiir millum tilsvarandi Cuntz-Krieger algebrair.

Í mai-juni 2018 var ein verkstova í fimm dagar við níggju luttakarum um júst hesi evni, luttakararnir búðu í Nólsoy og fyrilestrar vóru á Fróðskaparsetrinum.

Myndin er frá verkstovuni í summar.

Permanent leinki til greinina – krevur hald