Skriva út
Lagt út: 15.12.2011

Omman og abbin hjá nútíðar jólavættrum hjálptu bóndanum

Í hesum døgum eru tað uttan iva mong, ið hoyra ella tosa um vættrar. Vit hoyra um vættrasøgur og heima hjá summum familjum hoyra vit enntá um jólavættrar, ið búgva uppá loftinum. Hesir vættrar spæla ymiskan leiklut alt eftir siðvenjuni í familjuni.

Í einum heimi í Føroyum búgva nakrir fittir jólavættrar, ið til tíðir leggja ella heingja ein lítlan pakka upp til børnini. Men hesir vættrar dáma eisini at arga eitt sindur, so onkuntíð tá familjan vaknar, kunnu vættrarnir hava flutt eitthvørt í húsinum. Tað hendir seg meir enn so, at vættrarnir hava gjørt mjólkina grøna, reyða ella bláa. Men vættarnir eru fyri tað mesta sera fittir og vinarligir, serliga tá teir geva okkum eina gandakoss og tað vita vit, at teir hava gjørt, tá ið vit vakna við einum prikki á nøsini.

Í gomlum døgum var danski vætturin altíð ein kalkyns vera, ið búði á einum bóndagarði. Í dag eru vættrarnir fluttir inn í býin og vættrarnir hava bæði fingið konu og børn.
Nútíðar jólavættrar er glaðir og vinarligir, og í dag eru tað uttan iva mong, ið ikki seta vættrar í samband við váða og óndskap.
Men jolavættrar hava ikki altíð verið so hugnaligir og vinarligir, sum vit kenna teir í dag.

Í roynd og veru eru nútíðar jólavættrar sera ólíkir gomlu jólavættrunum, sigur vættragranskarin, Charlotte S.H. Jensen, ið er cand.mag.art, mentanaðarsøgufrøðingur, og tjóðminnafrøðilingur á Rigsarkivet.

Garðsvættrar hjálptu bóndanum
Sambart Charlotte S.H. Jensen eru vættrar eitt gamalt fyribrygdi, og ímyndin av vættralíknandi verum hava verið til í langa – kanska enntá síðani víkinatíðina.

Tá ið tíðini hildu fólk, at vættrarnar vóru veru, ið vóru á bóndagørðum og hjálptu bóndanum. Og ikki inni í køkinum og húsinum, men bert til virksemi á garðinum. Uppruna vætturin var tí ein lítil maður, ið altíð hevði verið á garðinum.

» Í skjalasavninum síggja vit, at vættrar vóru á stødd við ein átta – tíggju ára gamlan drong, sum tó hóast sína stødd hevði eina ómetaliga styrki, ið gjørdi at hann megnaði at bera eitt stórt bunti av hoyggi á rygginum. Vættrarnar bóru eisini orð fyri at stjæla frá øðrum gørðum til at økja um ríkdómin á sínum garðið,« sigur, Charlotte S.H. Jensen.

Nútíðar vættrar

Jólatræsjólini og jólavættrar eru lutfalsliga nýggjar uppfinningar, og vættrar hava og halda framvegis fram við at fylgja tíðini. Síðani borgarskapurin tók vættraverurnar til sín, eru tað framdar nógvar broytingar/tillagingar við vættrarklæðunum.

»Í dag kunnu vit síggja vættrar ílatin fjøllbroytt klædnapløgg – eisini pink littum klædnapløggum. Vættrar eru vorðin mótdjór,« sigur Charlotte S.H.Jensen, flennandi.

Hvat metir vættragranskarin um framtíðina hjá vættrunum í einum meira nútímansgerðandi heimi?

Les svarið hjá vættragranskarinum og meira tilfar um danskar vættrar her: Videnskab.fo

Eisini ber til at lesa um vættrar í Føroyum á:
www.snar.fo
www.tjatsi.fo
www.tjatsi.fo