Skriva út
Lagt út: 30.06.2014

Øll skulu hava ókeypis atgongd til granskingarúrslit

Tað skal vera ókeypis at lesa allar vísindaligar greinar frá donskum granskingarstovnum. Danska útbúgvingar- og granskingarmálaráðið hevur almannakunngjørt eina nýggja ætlan um fría atgongd til granskingarúrslit, ið fer at styrkja um góðskuna av gransking og almennum tænastum.

Veruleikin í dag er, at ynskir tú at lesa eina vísindaliga grein, krevur hetta, at tú annaðhvørt rindar eitt haldarargjald ella eitt avgjald.

Hetta vil útbúgvingar- og granskingarmálaráðharrin Sofie Carsten Nielsen broyta við einari nýggjari strategi, ið skal tryggja ókeypis talgilda atgongd til allar vísindaligar greinar í framtíðini.

- Tá eitt nú tann praktiserandi læknin ella studentaskúlalærarin frítt kann lesa seg fram til nýggjastu vitanina á sínum øki, kunnu vit fáa eina betri viðgerð og frálæru, ið byggir á nýggjastu granskingina. Tí er tað heilt greitt fyri mær, at granskingarúrslit skulu verða sjónlig og atkomulig fyri øll. Hvørt ár gera vit íløgur í gransking fyri nógvar pengar, og íløgurnar eiga at koma øllum samfelagnum tilgóðar, sigur Sofie Carsten Nielsen.

Frí atgongd til granskingarúrslit fer ikki einans at betra um góðskuna á almennum tænastum, men fer eisini at gagna sjálvari granskingini og styrkja um hugskotsmenningina hjá fyritøkum, sigur Sofie Carsten Nielsen.

- Tá okkara fyritøkur frítt kunnu finna granskingarúrslit, kunnu tey brúka úrslitini til at menna fyritøkuna. Tað skapar vøkstur, arbeiði og vælferð. Tað er serliga týdningarmikið fyri smáar og miðalstórar fyritøkur, sum í dag ofta eru tvungnar til at gjalda fyri hesa atgongd. Samstundis verður granskingin betri við at granskarar frítt kunnu søkja sær íblástur og dagføra seg við nýggjastu vitanini – eisini á øðrum vísindaligum økjum enn sínum egna øki, sigur Sofie Carsten Nielsen.

Frí atgongd til arbeiði hjá granskarum vil somuleiðis eisini merkja økt gjøgnumskygni, tí at fleiri kunnu lesa við og á hendan hátt vera við til at minka um møguleikarnar fyri eftirgerð og snýti.

Stýrisbólkur fær ábyrgd at seta strategiina í verk
Sofie Carsten Nielsen hevur sett ein stýrisbólk fyri Open Access, ið hevur ábyrgd av at samskipa íverksetanina av strategiini. Stýrisbólkurin er mannaður við umboðum frá universitetum, bókasøvnum og almennum og privatum grunnum.

Kelda: Udannelses- og Forskningsministeriet