Skriva út
Lagt út: 22.05.2015

Okkurt at lesa á Hvítusunnu?

Vitja heimasíðuna hjá CORDIS og tak niður seinastu tíðarritini av research.eu ella les nýggjastu tíðindini beinleiðis á síðuni. CORDIS er kunningartænasta, sum m.a. gevur út tíðarritið 'research.eu'

Seinastu tíðindini hjá CORDIS snúgva seg um stóru Horizon 2020 verkætlanina, Atlantos, sum Havstovan luttekur í og sum verður sett í verk hálvan juni. Vitja CORDIS her

Nógv stendur í apríl og mai útgávunum av research.eu. Til ber at lesa um ferðslutrygd, menningina hjá børnum og tað nýggjasta á heilsu-  ella umhvørvisøkinum.  Bløðini kunnu takast niður her

Heimasíðan hjá Horizon magazine ger eisini nógv burturúr, nú 30 ár eru liðin, síðan fyrstu stuðulsmøguleikarnir vóru settir í gongd. Til ber at staðfesta, at rammuskráirnar hjá ES hava havt viðkomandi leiklut í menningini av samstarvinum millum granskarar í Evropa og at útlit enn eru fyri vøkstri og størri málsetningum.

Les um, hvussu rammuskráirnar hava havt ávirkan á, hvussu granskað verður, at landamørk nú eru uttan týdning og at fallið av Berlin múrinum broytti landslagið hjá granskarum í Evropa. Heimasíðan kann vitjast her