Skriva út
Lagt út: 06.01.2015

Ókend heilaígerð lýst fyri fyrstu ferð

Ókend heilaígerð lýst fyri fyrstu ferð: Meningitis við Sphingomonas koreensis

First Report of Sphingomonas koreensis as a human pathogen in a patient with meningitis. Marbjerg LH, Gaini S, Justesen US. J Clin Microbiol. 2014 Dec 24.

Shahin Gaini, yvirlækni ph.d. og senior granskari á medisinsku deildini á Landssjúkrahúsinum og knýttur til Infektiónsmedisinsku Granskingareindini á Odense Universitetshospital og Syddansk Universitet, hevur verið við til at lýsa eina nýggja ígerðarsjúku.

Talan er um lívshóttandi nervaígerð, ið kann seta seg í heilan. Lýsingin av hesi nýggju ígerðarsjúku var publiserað í desembur 2014 í fremsta tíðarritinum innan kliniska mikrobiologi: Journal of Clinical Microbiology (frá USA).

Talan er um eina lýsing av nervaígerð við bakteriuni, nevnd Sphingomonas koreensis. Tað finnast bert 15 publikatiónir um hesa bakteriuna, og hetta er fyrstu ferð, at hon verður sett í samband við sjúku hjá menniskja.

Tað eru einans 14 ár síðan, at rakt var við bakteriuna á fyrsta sinni. Tá var talan um eina umhvørvisbakteriu, sum var funnin í náturligum mineralvatni í Korea, harav navnið ”Koreensis”.

Bakerian er eyðmerkt við hjálp av nýggjari tøkni - mikrobiologisk Maldi-Tof tøkni (Matrix-assisted laser desorption/ionization). Nú verður roynt at fáa Maldi-Tof tøkni til starvstovuna á Landssjúkrahúsinum.

Nýggja granskingargreinin er at finna her