Skriva út
Lagt út: 29.06.2011

Og navnið er: Horizon 2020

Máire Geoghegan-Quinn, ES kommiserur fyri gransking, nýskapan og vísindi hevur almannakunngjørt nýggja navnið á skipanini, sum skal taka yvir eftir at FP7 endar síðst í 2013. Nýggja navnið er Horizon 2020.

Navnið er valt við støði í eini atkvøðugreiðslu har veljast kundi ímillum trý nøvn: Horizon 2020, Imagine 2020 og Discover 2020. Úrslitið gjørdist at 3055 atkvødu fyri Horizon 2020 og ávikavist 2785 og 2478 fyri hinum uppskotunum. Tilsamans vóru 8318 atkvøður.

Horizon 2020 - the Framework Programme for Research and Innovation, sum verður fulla navnið á skipanini, er ikki bert eitt nýtt heiti fyri rammuskánna hjá ES, men er navnið á eini nýggjari, samskipaðari stuðulsskipan, ið fevnir um alla nýskapanar- og granskingarfígging, sum í dag verður veitt ígjøgnum tríggjar ES skipanir: FP7, CIP (Competitiveness and Innovation Framework) og EIT (European Institute of Innovation and Technology). Við nýggju skipanini, sum verður sett í verk tann 1. januar 2014  og endar í 2020 verða hesar skipanirnar savnaðar í eina samanhangandi og eina smidligari skipan.