Skriva út
Lagt út: 25.03.2015

Ódnarlop fyri føroyska gransking

Á móttøku á Landsbókasavninum í dag var talgilda blaðsavnið alment latið upp. Hetta er verkætlan, sum hevur verið ávegis í fleiri ár og sum granskarar og onnur hava bíðað eftir í stórum spenningi.

Nú ber til at leita í føroysku bløðunum frá 1877 og fram til ár 2000 heima við hús ella á arbeiðsplássinum kring allan heim. Tað krevst einans internetsamband og eina teldu ella ein teldil. Hetta fer at geva leikum og lærdum heilt nýggjar møguleikar at kanna blaðsøvnini og gagnnýta tilfarið nógv betri enn higartil.

Eini 130 fólk vóru á Landsbókasavninum fyrrapartin, tá Erhard Jacobsen Landsbókavøðrur bjóðaði vælkomin og Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentamálum tendraði skipanina.

Verkætlanarleiðari Erling Kjærbo greiddi frá arbeiðinum og hvussu skipanin virkar. Síðani hugleiddu Hanus Kamban og Arnbjørn Dalsgarð.

Nýggja tænastan fer eisini at merkja eina stóra broyting fyri starvsfólkini á bókasavninum, tí væntandi verður longri ímillum at føstu viðskiftafólkini koma inn á gólvið. Erhard Jacobsen, landsbókavørður endurgav við einum skálkabrosi ein, sum skuldi hava sagt við hann, áðrenn móttøkan byrjaði: "Hygg væl eftir teimum, tí nú síggja tit tey ongantíð aftur".

Røðan hjá Erhardi Jacobsen kann lesast her

Røðan hjá Bjørn Kalsø landsstýrismanni kann lesast her

Bløðini kunnu lesast her

Á myndini síggjast Andras Mortensen, stjóri á Søvnum Landsins, Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri og Erhard Jacobsen, landsbókavørður.

Mynd: Landsbókasavnið