Oddrun Phd
Skriva út
Lagt út: 12.01.2026

Oddrún Danielsen vart ph.d. á Syddansk Universitet

Fríggjadagin 9. januar vardi Oddrún Danielsen ph.d.-ritgerð sína á Ortopædisk Forskningsenhed á Syddansk Universitet

Í ph.d.-verkætlanini hevur Oddrún granskað í akseleraðum sjúklingatilgongdum, og um til ber trygt at útskriva sjúklingar, sum hava fingið skift mjødn og knø og sum lúka ávis greið krøv, á skurðdegnum.  

Ritgerðin kallast: "Discharge on day of surgery after hip and knee arthroplasty in Denmark". Ein samandráttur kann lesast her

Oddrún er lækni og undir høvuðsútbúgving innan ortopædkirurgi á Odense Universitetshospital. Hon hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Syddansk Universitet.

Martin Lindberg-Larsen, professari á Institut for klinisk forskning á Syddansk Universitet, hevur verið høvuðsvegleiðari. Kirill Gromov, lektari á Københavns Universitet, Claus Varanum, professari á Institut for Regional Sundhedsforskning (IRS) á Syddansk Universitet, og Henrik Kehlet professari í kirurgisk patofysiologi á Ríkissjúkrahúsinum og Københavns Universitet hava verið hjávegleiðarar.

Í metingarnevndini vóru

William Jackson, lækni á Nuffield Orthopaedic Centre, Oxford University Hospital, England

Mats Bue, lektari á Institut for Klinisk Medicin á Aarhus Universitet og lækni á Aarhus Universitets Hospital

Thomas Strøm, professari á Klinisk Institut á Syddansk Universitet og yvirlækni á Anæstesiologisk Intensiv Afdeling á Odense Universitetshospital. Hann var formaður.

Oddrún heldur fram í einum deildum starvi, har hon starvast sum lækni 80% av tíðini á ortopædkirurgisk afdeling, Odense Universitets Sjúkrahúsi, og 20% við víðari gransking í einum post.doc. starvi. 

Sí akademiska vangan her

Á myndini frá vinstru: Claus Varnum, Martin Lindberg-Larsen, William Jackson, Oddrún Danielsen, Mats Bue og Thomas Strøm. Kirill Gromov og Henrik Kehlet vænta á myndini. (c) Privatmynd