Skriva út
Lagt út: 17.04.2008

Nýtt útboð í serskránni PEOPLE

Fyrst í hesum mánaðinum almannakunngjørdi komissiónin eitt nýtt útboð í serskránni PEOPLE. Talan er um eitt útboð undir heitinum Initial Training Network. Málið við hesum útboðnum er at skipa netverk við sterkum stovnum, sum kunnu átaka sær at økja um granskingarførleikarnar, og hjálpa til at skapa granskaratoymi og annars menna yrkisleiðina hjá granskarum.

Eitt netverk fevnir í minsta lagi um tríggjar luttakarar (t.d. universitet, granskingarstovnar, fyritøkur), sum í felag leggja fram eina dygdargóða og greiða venjngarskipan fyri granskarar (research training programme). Í serligum førum kann tó talan verða um ein ella tveir stovnar.

Umsóknir til hetta útboðið kunnu snúgva seg um øll vísindalig og tøknilig øki, sum hava europeiskan áhuga.

Fígging verður givin til:

  • At finna granskarar (sum ikki hava arbeitt meir enn fimm ár eftir loknan Ph.D. lestur) til byrjunar venjing (initial training).
  • At finna royndar granskarar við serliga góðum royndum í altjóða venjingarskipanum og granskingarsamstarvi til tess at styrkja um flytføri av vitan.
  • At skipa fyri verkstovum og stevnum eins og øðrum netverskmennandi tiltøkum.

Evstamark fyri at læta inn umsókn til hetta útboðið er tann 2. september 2008.

Les meir um hetta útboðið á: http://cordis.europa.eu/fp7/dc/index.cfm?fuseaction=usersite.FP7DetailsCallPage&CALL_ID=121