Skriva út
Lagt út: 11.11.2021

Nýtt talgilt umsóknarblað til útgávustuðul

Granskingarráðið umsitur stuðulsskipan, sum veitir stuðul til útgávu av vísindagreinum ella bókum, eitt nú ritgerðum og greinasøvnum, sum stuðla føroyskt vísindastarv.

Stuðul kann verða játtaður, tá ið útgávan er javnlíkamett (peer reviewed). Er talan um útgávu av vísindagrein, skal útgávan harumframt verða atkomulig, t.v.s. útgivin í Open Access.

At geva út í altjóða tíðarriti kann verða kostnaðarmikið. Stuðulin frá Granskingarráðnum til útgávu av vísindagrein er í mesta lagi 8.000 kr. Higartil hava 56 útgávur fingið stuðul, sum í flestu førum er eitt íkast til kostnaðin av útgávuni.

Stuðulsskipanin fer framyvir at nýta talgilt umsóknarblað. Leinki er at finna her

Allar greinar, sum hava fingið stuðul, eru almannakunngjørdar her