Skriva út
Lagt út: 13.11.2013

Nýtt Frøði útkomið

Blaðið inniheldur spennandi tilfar um lívfrøðiligt margfeldi og lendisnýtslu. Greinarnar eru frá fyrilestrunum, sum vóru hildnir á ráðstevnuni 16. mai 2013.

Á ráðstevnuni um lívfrøðiligt margfeldi, sum Fróskaparsetrið, Søvn Landsins, Náttúrugripasavnið og Búnaðarstovnan skipaðu fyri , var semja um, at føroyska náttúran verður ov hart troytt, og at hon tískil er í stórum vanda fyri áhaldandi lívfrøðiligum missi. Neyðugt er at seta tiltøk í verk beinavegin til tess at steðga niðurpíningini av náttúruni.

Ráðstevnan vísti, at tíðin er búgvin til at landbúnaður, náttúrufyrisitingin og gransking í felag taka neyðug stig at gera eina ætlan fyri burðadyggja lendisnýtslu í Føroyum.

Blaðið fæst til keyps í handlum kring alt landið.