Nysgjerrigper - um mánan, livurhøgg og kava
Í Nysgjerrigper 1-2020 eru fleiri greinar um kava, um tað er minni kavi enn fyrr og um tað er rætt, at tú fært orm av at eta kava. Ein grein er um løgin ljós á mánanum. Ein grein er um, hussu heilin virkar, og ein um ymsu grótsløgini sum Noregi er gjørt av.
Sum vant eru eisini plakatir, uppskriftir til ymsar royndir, krossorð og annað í blaðnum.
Tað er Norges Forskningsråd, sum gevur Nysgjerrigper út. Granskingarráðið fær blaðið ókeypis og sendir tað til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Blaðið verður eisni sent bókasøvnum og øðrum.
Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo
Blaðið kann eisini takast niður frá nysgjerrigper.no