Skriva út
Lagt út: 24.05.2018

Nysgjerrigper: Illgresi til døgurða

Í Nysgjerrigper 2-2018 eru greinar um, hvørt djór hava persónsleika, um fittar gentur og sterkar dreingir og um at tað ber til at eta illgresi.

Sum vant eru eisini plakatir, uppskriftir til ymsar royndir, krossorð og annað í blaðnum.

Tað er Norges Forskningsråd, sum gevur Nysgjerrigper út. Granskingarráðið fær blaðið ókeypis og sendir tað til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Blaðið verður eisni sent bókasøvnum og øðrum.

Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo

Blaðið kann eisini takast niður frá nysgjerrigper.no