Skriva út
Lagt út: 10.12.2021

Nysgjerrigper blaðið steðgar

Norska granskingarráðið boðar frá, at tey steðga við at geva út blaðið Nysgjerrigper. Seinasta útgávan kemur í januar 2022. 

Tað er dýrt at gera og senda út prentað bløð. Tey hava valt at brúka tøku orkuna og fíggingina uppá  Nysgjerrigper netsíðuna og kappingina.

Øll bløð, sum eru komin higartil, verða framhaldandi tøk at lesa á nysgjerrigper.no/bladet

Tey á Nysgjerrigper vísa til síðuna ung.forskning.no sum er skrivað til børn og ung

Vit í Granskingarráðnum hava sent Nysgjerrigper-blaðið út á allar skúlar í Føroyum fýra ferðir um árið í 12 ár. Komandi útgávan verður tíverri tann seinasta av sínum slag.