Skriva út
Lagt út: 31.01.2019

Nysgjerrigper á føroyskum skúlum í 10 ár

Ársins fyrsta útgáva av Nysgjerrigper verður send skúlunum í hesum døgum. Fyrsta blaðið varð sent út í Føroyum í mars 2009, tað eru sostatt 10 ár síðani, at Granskingarráðið í samstarvi við Norges Forskningsråd fór undir at senda øllum føroyskum skúlum Nysgjerrigper-blaðið. Tað eru 4 útgávur árliga.

Í fyrstu útgávuni í 2019 eru greinar um alt møguligt, millum annað um heimsins elstu tekning, sum er mett at vera umleið 100.000 ára gomul. Ein grein er um matvanar, um tað er sunnari at eta pasta enn rís og at eta nógv slikk eina ferð um vikuna, heldur enn eitt sindur hvønn dag. Ein onnur er um, hví summi ting lukta so illa. Høvuðsevnið hesaferð er veðurlag, og mett verður um, hvussu veðrið fer at vera í 2050. 

Sum vant eru eisini plakatir, uppskriftir til ymsar royndir, krossorð og annað í blaðnum.

Tað er Norges Forskningsråd, sum gevur Nysgjerrigper út. Granskingarráðið fær blaðið ókeypis og sendir tað til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Blaðið verður eisini sent bý- og bygdabókasøvnum og øðrum.

Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo

Blaðið kann eisini takast niður frá nysgjerrigper.no