Skriva út
Lagt út: 04.09.2014

Nysgjerrigper 3/2014 komið

Triðja útgávan í 2014 av Nysgjerrigper, norska vísindablaðnum fyri børn, er send øllum fólkaskúlum í landinum .

Her eru søgur úr rúmdini um kometir og úr fortíðini um dinosaurar. Eisini er ymiskt forvitnisligt um djór, sum vit kenna í Føroyum. Visti tú til dømis, at tað ikki er snilt at mussa hundar á munnin? Ella at kýr ikki eru serliga fegnar um regn?
 
Sum vant eru plakatir, spurningar, uppgávur og mangt annað spennandi í blaðnum.

Tað er Norges Forskningsråd, sum gevur Nysgjerrigper út. Granskingarráðið fær blaðið ókeypis og sendir tað til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo

Til ber eisini at taka hesa og undanfarnar útgávur av blaðnum niður her