Skriva út
Lagt út: 17.04.2013

Nysgjerrigper 2/2013 sent øllum skúlum

Onnur útgávan í 2013 av norska vísindablaðnum fyri børn, Nysgjerrigper, er júst komin.

Greinirnar hesaferð eru millum annað um sólvindar og norðlýsi, tónleikarannsóknarstovu á universitetinum í Oslo, um meyrur, mariuhønur og onnur djór .

Eisini eru plakatir, spurningar, uppgávur og mangt annað spennandi í blaðnum.

Granskingarráðið sendir Nysgjerrigper blaðið til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo

Til ber eisini at taka hesa og undanfarnar útgávur av blaðnum niður her