Skriva út
Lagt út: 06.06.2016

Nysgjerrigper 2/2016 komið

Onnu útgávan í ár av Nysgjerrigper, norska vísindablaðnum fyri børn, er komin,

Høvuðsevnið hesaferð er havið. Eisini eru fleiri greinar um djór.

Sum vant eru eisini plakatir, uppskriftir til ymsar royndir, krossorð og annað í blaðnum.

Tað er Norges Forskningsråd, sum gevur Nysgjerrigper út. Granskingarráðið fær blaðið ókeypis og sendir tað til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Blaðið verður eisni sent bókasøvnum og øðrum.

Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo