Skriva út
Lagt út: 29.04.2015

Nysgjerrigper 2/2015 um víkingatíðina

Onnur útgávan í ár av Nysgjerrigper, norska vísindablaðnum fyri børn, er send øllum fólkaskúlum í landinum.

Evnið hesaferð er víkingatíðin. Tú kanst millum annað lesa um Ólav Halga, um gullskattir og um útgravingar, har fornfrøðingar møguliga hava funnið kongsgarðin við Karmsundið, har ið Haraldur Hárfagri búði. Eisini er ein spurnarkapping um evnið.

Sum vant eru eisini plakatir, uppskriftir til ymsar royndir, krossorð og annað í blaðnum.
Tað er Norges Forskningsråd, sum gevur Nysgjerrigper út. Granskingarráðið fær blaðið ókeypis og sendir tað til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo

Til ber eisini at taka hesa og undanfarnar útgávur av blaðnum niður her