Skriva út
Lagt út: 04.05.2011

Nysgjerrigper 2/2011 sent skúlunum

Granskingarráðið sendir norska barnavísindablaðið Nysgjerrigper til allar fólkaskúlar í Føroyum. Flestu staðni er blaðið at finna á bókasavninum

Onnur útgávan í 2011 er júst komin. Greinarnar i blaðnum hesa ferð eru m.a. um sansirnar hjá hávum og um, hvussu teldur síggja út innan. Eisini er grein um góðu ávirkanina, sum húsdjór kunnu hava á heilsuna.

Eins og áður eru eisini plakatir, spurningar, støddfrøði uppgávur og mangt annað spennandi í blaðnum. 

Skúlarnir fáa 1-3 bløð sendandi, alt eftir stødd á skúlanum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo  Til ber eisini at taka blaðið niður her