Skriva út
Lagt út: 04.05.2010

Nysgjerrigper 2-2010 sent skúlunum


Í nýggjastu útgávuni av Nysgjerrigper er temaið flytifyglar. Greinar eru eisini um sigling og um DNA. Sum vant eru fleiri stubbar m.a. um møguleikan at nýta luftbløðrur til at reinsa oljudálking, tað eru stuttligar vegleiðingar til ting at gera sjálvi, uppgávur, plakat o.a.

Nysgjerrigper 2-2010 verður í dag sent øllum skúlunum í Føroyum. Saman við blaðnum er ein plakat, sum eisini kann takast niður her

Øll bløðini, sum eru komin seinnu árini, kunnu takast niður í pdf av síðuni www.nysgjerrigper.no
 
Blað nr. 3-2010 kemur í september

Um onkur skúli av misgávum ikki hevur fingið blaðið, kunnu tit boða okkum frá við meyl á gransking@gransking.fo