Skriva út
Lagt út: 05.02.2015

Nysgjerrigper 1/2015 komið

Fyrsta útgávan í ár av Nysgjerrigper, norska vísindablaðnum fyri børn, er send øllum fólkaskúlum í landinum.

Krákur rula! siga granskarar og fortelja um, hvat krákur duga. Skølturin hjá Richard III kongi av Onglandi er funnin undir einum parkeringsplássi, og DNA royndir vísa,hvussu hann hevur livað. Robottar á Mars fortelja okkum um hesa gongustjørnuna. Sum vant eru plakatir, spurningar, uppgávur og mangt annað spennandi í blaðnum.

Tað er Norges Forskningsråd, sum gevur Nysgjerrigper út. Granskingarráðið fær blaðið ókeypis og sendir tað til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo 

Til ber eisini at taka hesa og undanfarnar útgávur av blaðnum niður her