Skriva út
Lagt út: 25.01.2013

Nysgjerrigper 1/2013 sent øllum skúlum

Fyrsta útgávan í 2013 av norska vísindablaðnum fyri børn, Nysgjerrigper, er júst komin.

Greinirnar eru sera fjølbroyttar.  Høvuðsevnið er bakteriur og virus. Eisini er ein grein um hvussu vit kunnu gagnnýta oyðumarkir, sól og saltvatn til at framleiða meira orku, matvørur og ferskvatn, sum okkum tørvar í framtíðini. Ein grein er um royndir í Norra at seta GPS á seyð og venja teir at halda seg innafyri mark við ljóði og elstoyti.

Eisini eru plakatir, spurningar, uppgávur og mangt annað spennandi í blaðnum.

Granskingarráðið sendir Nysgjerrigper blaðið til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo  

Til ber eisini at taka hesa og undanfarnar útgávur av blaðnum niður her