Nýmenning kann fáa ungar granskarar til Føroya
- Spennandi størv, har møguleiki er at granska og nýmenna, høvdu eggjað ungum granskarum at flutt til Føroya eftir lokna útbúgving. Fleiri lesandi høvdu uttan iva valt at granska og gjørt uppgávur í Føroyum, fingu tey møguleikan. Vinnufyritøkur og Setrið eiga at kýta seg nógv meira at skapa sambond við lesandi uttanlands. Tað heldur Marin Theodora Skaalum Joensen, lesandi í matvørutøkni, sum í løtuni skrivar høvuðsritgerð um nýmenning av drekkivørum á lívtøknifyritøkuni Novonesis.
Marin hevur longu gjørt vart við seg í nýmenning. Hon hevur saman við lestrarfelagnum Miku Damm Laursen vunnið heiðursløn á íverksetaraskeiðnum Skylab Ignite Program fyri verkætlan um at menna pakkitilfar úr føroyskum tara til matvøruvinnuna. Taran fingu tær frá Ocean Rainforest.
- Tørvur er á fólki við hægri útbúgving innan matvøruøkið, og her er so nógv, sum kundi komið burturúr tí nógva tilfeinginum, vit í Føroyum hava – fyri vinnuna, fyri samfelagið og fyri universitet okkara, sigur Marin.
Júst taraframleiðsla er eitt dømi um, at vit í Føroyum kunnu knýta fleiri lesandi at granskingarverætlanum, heldur Marin. Eisini í fiskivinnuni, alivinnuni ella vinnuni sum heild sær hon nógvar møguleikar.
Føroysk matvøruútbúgving skapar møguleikar
Marin vónar, at ein matvøruútbúgving á Setrinum gerst veruleiki.
-Setrið kundi verið liðurin ímillum vinnuna og tey lesandi. Ein lesandi uttanlands átti at havt møguleikan at komið við einum góðum hugskoti og fingið hjálp til at ført tað út í lívið í samstarvi við vinnuna, hugsar Marin.
At Føroyar eru serstakar er hon als ikki í iva um, og tað kann eisini eggja granskarum at koma til landið, um umstøðurnar annars eru góðar.
- Til dømis hevði eg hildið tað verið spennandi at granska í føroyskari matmentan ella serføroyskum matvørum, eitt nú í skerpikjøti ella grind, og tað kanst tú illa gera nakra aðrastaðni enn í Føroyum, sigur hon.
Les samrøðu við Marina Theodoru Skaalum Joensen í Vísindavøkublaðnum her.
Mynd: Mikal Schlosser
