Skriva út
Lagt út: 17.11.2020

Nýggjur pallur at samskifta um Arktis

Arctic Circle VIRTUAL er nýggj stroymingartænasta, sum íslendski formansskapurin hevur skipað, nú korona hevur sett fótonglar fyri ætlaðu fundunum.

Arctic Circle VIRTUAL bjóðar leiðandi persónum úr vinnu, politikki, gransking og øðrum fyri Arktis viðkomandi økjum at greiða frá. Hetta er ein nýggjur máti at kjakast um Arktis og samstundis knýta sambond millum átøk og stovnar.

Eins og á øðrum fundum í Arctic Circle, fáa luttakarar um allan heim høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum.

Fundir, sum hava verið, eru tøkir á heimasíðuni hjá Arctic Circle

Næst á skránni er Arctic Future Challenge Award Show, sum verður stroymt tann 26 november kl. 14.

Formaðurin í Arctic Circle, Ólafur Ragnar Grímsson, fer at byrja fundin.

Um týdningin av ungdóminum, tá tað kemur til Arktis, verður í sambandi við Arctic Future Challenge Award Show sagt:
"The key to future cooperation in the Arctic lies in the hands of the youth. The younger generations of the Arctic will be responsible for the future sustainable development of the region, and their skills in innovation and entrepreneurship are a precondition for future economic growth and social development. Therefore, the Governments of Denmark, Greenland, the Faroe Islands and Iceland have chosen to acknowledge youth as a key political priority."

Vitja síðuna og skráset tína luttøku her