Charlotte_Jacobsen  klipt.png
Skriva út
Lagt út: 21.09.2026

Nýggjur matur og burðardyggari nýtsla

Nýmennandi tøkni gevur stórar møguleikar fyri nýggjum matvørum, framleiddar úr rávørum, sum enn ikki eru vanligar at brúka, ella sum í dag fara til djórafóður ella til spillis.

Charlotte Jacobsen, professari og granskingarleiðari á matstovninum á DTU, hevur drúgvar royndir við verkætlanum, sum snúgva seg um at gagnnýta tilfeingi bæði frá plantum og úr sjónum. Hon harmast um, at stórur partur av fiskiveiðuni ikki verður gagnnýttur til matna.

- Fyri summi fiskasløg fer bróðurparturin til annað enn mannaføði, 80% av sild og brislingi fer til framleiðslu av fiskamjøli og fiskaolju. Hetta er jú góð rávøra, og tað ber væl til at fáa fulla nyttu av øllum tilfeinginum. Tað er skylda okkara at brúka tilfeingið betri. Fólkatalið í heiminum veksur, og vit hava so nógvar góðar grundgevingar fyri burðardyggari nýtslu av tilfeinginum, sigur hon.

Charlotte greiðir frá um hybridmat ella blendismat, har tað einans er hugflogið, ið setir mørk. Eitt nú ber til at brúka tara og mikroalgur at framleiða burðardyggan blendismat. 

-Matur úr havinum er sunnur og inniheldur stóra mongd av omega-3-fitisýrum. Tí er umráðandi at duga væl at verja fiskaoljuna, so hon ikki tránar, og vit hava gjørt góðar royndir við náturligum antioxidantum í rosmarinúrdrátti, greiðir hon frá.

Vinna og gransking samstarva

Á matstovninum á DTU eru meginparturin av verkætlanunum samstarvsverkætlanir, ofta við vinnuna. Tey finna lesandi, ella lesandi venda sær til teirra við ynski um ávísa verkætlan. Á DTU eru tey rættiliga opin fyri góðum hugskotum í tann mun, rúm er fyri teimum.

-Tarafyritøkan Ocean Rainforest hevur verið partur av einari verkætlan, men tað er ikki ofta, at føroyskar fyritøkur eru við í teimum verkætlanum, vit arbeiða við, sigur Charlotte.

Tari er dømi um rávøru við stórum potentiali fyri framman. Ella reyðæti, sum ætlanir eru um at fara at veiða her heima.

-At menna hættir at brúka rávørurnar betri og nýta ónýtta rávøru er eitt risastórt putlispæl. Skal tað eydnast at fáa økt munandi um nýtsluna av hjávørum og nýggjum rávørum, er neyðugt, at vit hjálpa fyritøkunum til at menna burðardyggar vørur, sum kanska ikki loysa seg her og nú, men í longdini, sigur Charlotte Jacobsen.

Les greinar um matveitingartrygd og nýmeti í Vísindavøkublaðnum her

Mynd: Jesper Scheel