Skriva út
Lagt út: 03.10.2007

Nýggjur granskingarstjóri

Nýggi granskingarstjórin eitur Annika Sølvará. Hetta hevur Granskingarráðið tikið avgerð um.

Annika Sølvará, sum er 38 ár, hevur verið setursskrivari á Fróðskaparsetrinum síðani 1998. Starvið sum leiðari fyri fyrisitingini á Fróðskaparsetrinum hevur givið Anniku viðkomandi royndir og góðan kunnleika til nógv ymisk viðurskifti, ið viðvíkja gransking. Hon er útbúgvin Cand.mag í enskum og søgu frá Århus Universitet og hevur drúgvar royndir frá nógvum og fjøltáttaðum arbeiðsuppgávum. Hon hevur verið limur í Strategibólkinum fyri útbúgving innan arbeiðið við Visjón 2015, og hon er annar skrivarin í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt lógaruppskot til at savna fleiri hægri útbúgvingarstovnar saman í ein stovn. Eisini er hon forkvinna í Leiklistaráðnum og hevur í mong ár verið virkin í Amnesty International.

Annika Sølvará, sum tekur við starvinum 1. desember, kemur í staðin fyri Rúnu Hilduberg, sum valdi at fara í annað starv eftir at hava virkað sum stjóri í ásett áramál.

Nýggi granskingarstjórin skal standa á odda fyri Granskingargrunninum, sum skal virka fyri at menna føroyskan granskingarførleika. Eisini er granskingarstjórin skrivari hjá Føroya Vísindaráð, við løgmanni sum formanni. Føroya Vísindaráð hevur til uppgávu at orða ein yvirskipaðan granskingarpolitikk fyri gransking, menning og nýskapan.

Granskingarráðið fegnast um at hava fingið ein so væl skikkaðan granskingarstjóra til at taka við teimum mongu avbjóðingunum, sum standa fyri framman fyri føroyska gransking.