Skriva út
Lagt út: 10.08.2011

Nýggjur FP7 portalur

Europa Kommissiónin hevur tikið stig til ein nýggjan kunningarportal, sum kunnar um øll neyðug viðurskifti viðv. europeiskari gransking: útboð, vegleiðingar, kontaktpersónar o.s.fr.

Participant Portal, ella luttakara portalurin er heitið á nýggja portalinum, ið nú hevur tikið yvir
leiklutin, sum CORDIS hevur havt.

Umframt kunning um útboð o.a.so virkar portalurin eisini sum inngongd til ymiskar skipanir, sum eru knýttar at europeiskum G&M verkætlanum - eitt nú rapportering.

Vitja nýggja portalin: http://ec.europa.eu/research/participants/portal/page/home

Les meir um nýggju kunningarsíðuna her