Skriva út
Lagt út: 23.01.2017

Nýggjur EURAXESS portalur

EURAXESS Føroyar hevur fingið nýggja heimasíðu. Nýggi portalurin er at finna á www.euraxess.fo

Portalurin hevur nógvar viðkomandi upplýsingar fyri granskarar, sum vilja koma til Føroya at granska. Upplýsingar eru millum annað um skattaviðurskifti, uppihaldsloyvi og onnur praktisk viðurskifti í sambandi við at flyta til Føroya. Eisini eru lýsingar av føroyska granskingarumhvørvinum.

Føroyski EURAXESS portalurin er nú í størri mun samvirkandi partur av tí evropeiska EURAXESS portalinum. Evropeiski portalurin varð endurskoðaður í desember og hevur fleiri nýggjar dátugrunnar og leitimøguleikar, ið venda sær til granskarar, granskingarstovnar og vinnufyritøkur.

Á portalinum ber til at finna leys granskingarstørv í Evropa. Føroyskir granskingarstovnar og -virkir kunnu lýsa størv leys ókeypis á portalinum, og føroyskir granskarar kunnu leggja síni CV út.

EURAXESS er ein tænasta, sum skal gera tað lættari hjá granskarum at flyta millum lond at arbeiða í styttri ella longri tíð. 40 lond í Evropa eru við í EURAXESS samstarvinum.