Skriva út
Lagt út: 13.12.2013

Nýggja Vísindasiðseminevndin sett

Karsten Hansen, landsstýrismaður hevur valt nýggja Vísindasiðseminevnd. Vísindasiðseminevndin tekur við 1. januar 2014.

Sjey limir eru í nevndini, av hvørjum trý granska ella hava granskað í heilsu. Hesi verða vald eftir tilmæli frá Læknafelag Føroya. Fýra av limunum eru leikfólk. Nevndin skipar seg við formanni og næstformanni.

Limirnir í Vísindasiðseminevnd Føroya eru:

• Jens Andreasen, deildarlækni og granskari
• Shahin Gaini, yvirlækni og granskari
• Ann Østerø, depilsleiðari á Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum
• Armgarð Arge, cand. theol og tíðindakvinna
• Oluf Færø, cand. scient.
• Halgir Winther Poulsen, cand. jur., advokatur
• Gunnvør á Norði, postdoc.

Varalimir eru:

• Katrin Danielsen, kommunulækni
• Poula Reinert Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur og cand. scient. san.
• Kári Purkhús, lívfrøðingur
• Marita Debes Magnussen, medisinskur mikrobiologur

Um Vísindasiðseminevnd Føroya
Eitt samt Løgting samtykti í summar ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om videnskabsetisk behandling af sundhedsvidenskabelige forskningsprojekter”.

Lógin ásetur, at áðrenn farið verður undir eina heilsuvísindaliga granskingarverkætlan, sum fevnir um menniskju ella menniskjaligt lívfrøði - eitt nú vevnað ella ílegur - skal verkætlanin góðkennast av serligari nevnd, sum ber heitið Vísindasiðseminevndin.

Skipanin við vísindasiðseminevnd hevur, sum yvirskipað endamál at tryggja, at verkætlanir innan heilsugransking verða framdar vísindasiðsemiliga ráðiligt. Atlit til rættindi og trygd hjá teimum, ið luttaka í granskingarverkætlanum, eru altíð týdningarmiklari, enn vísindalig áhugamál fyri at skapa møguleikar fyri menning av nýggjari vitan. Skipanin við vísindasiðseminevndum er tí týdningarmikil fyri menningina av heilsugransking í Føroyum.

Heiamsíðan hjá Vísindasiðseminevndini eitur vsn.fo