Skriva út
Lagt út: 12.11.2021

Nýggj vitan um Sundalagið almannakunngjørd

Nýggj gransking vísir, hvussu sjóvarfalsviðurskiftini í Sundalagnum Norður ikki skikka sær heilt sum væntað. Hetta hevur Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari á Fiskaaling, staðfest og givið út í vísindaligari grein í Ocean Science, saman við granskarum í Føroyum, Danmark og Noregi. 

Heitið á greinini er: "A tidally driven fjord-like strait close to an amphidromic region." Greinin kann lesast her

- Hendan greinin er heilt serstøk, av tí at ein av niðurstøðunum er, at Sundalagið Norður hevur eitt heilt serligt fyribrigdi. Sjovarfallið uppførir seg so serligt, at tað riggar sum eitt slag av kontakt, sum ger, at Sundalagið Norður annaðhvørt uppførir seg sum ein gáttafjørður og annaðhvørt sum eitt sund, sigur Sissal Vágsheyg Erenbjerg.

Hesi viðurskiftini hava stóran týdning fyri, hvussu vatnið í Sundalagnum verður útskift. Granskarar vita ikki um nakað annað sund í heiminum, sum hevur júst henda serstaka eginleikan.

Orsøkin til hetta fyribrigdið er, at Tórshavn verður roknað at liggja mitt í einum amphidronum øki í Norðuratlantshavinum. Hetta merkir, at sera lítil munur er á sjóvarfallinum í hesum økinum.

Sissal Vágsheyg Erenbjerg er fyrsti høvundur. Hinir høvundarnir eru Jon Albretsen, Knud Simonsen, Erna Lava Olsen, Eigil Kaas og Bogi Hansen.

Úrslitini í greinini byggja á arbeiðið í ph.d.-verkætlanini hjá Sissal Vágsheyg Erenbjerg, sum er stuðlað av Granskingarráðnum.

Kelda: Fiskaaling.fo

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.