Skriva út
Lagt út: 03.09.2008

Nýggj útboð almannakunngjørd

Nú ber aftur til at luttaka í granskingarverkætlanum innan FP7.
 
Europa kommissiónin hevur almannakunngjørt fleiri útboð eftir granskingarverkætlanum. Útboðini eru almannakunngjørd í arbeiðsætlanum í FP7. Talan er um útboð innan serøkini Cooperation og Capacities.
 
Í arbeiðsætlanunum eru lýsíngar av teimum granskingarøkjum, ið ES veitir fíggjarligan stuðul til. Fyri flestu útboðini eftir granskingarverkætlanum er umsóknarfreistin seinast í 2008 ella fyrst í 2009.

Her finnur tú eitt fullfíggjað yvirlit yvir nýggjastu útboðini, umframt neyðuga kunning um tíðarfreistir, umsóknartilgongd o.a.

Tú finnur nýggju arbeiðsætlanirnar á gransking.fo og fleiri upplýsingar á heimasíðuni hjá FP7.
 
Nærri upplýsningar kunnu fáast við at venda sær til NCP umboðini á Granskingarráðnum. Tey eru Kristianna Winther Poulsen: kristianna[kurla]gransking.fo ella á tel. 567801, og
John D. Olsen: john[kurla]gransking.fo ella á tel. 567802