Skriva út
Lagt út: 24.05.2022

Nýggj teori um arvalag byggir á føroysk data

Fleiri tilburðir av illkynjaðum blóðsjúkum eru í Føroyum enn í øðrum londum. Serliga í ávísum familjum hevur tað víst seg, at nógvir tilburðir eru.

Í eini nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Nature, í Scientific Reports, verður ein nýggj teori um arvalag, ið byggir á føroysk data, løgd fram. Víst verður til, at tað liggur til summar familjur at arva gen fyri blóðsjúkur, men at tað eisini krevur sonevndar epigenetiskar broytingar, um sjúkan skal vísa seg.

Bjarni á Steig, serlækni í blóðsjúkum á Landssjúkrahúsinum, er ein av rithøvundunum, ið hava skrivað greinina.

- Frá umleið 4-5.000 føroyingum í fleiri hundrað ár kom eitt boom, har ofta meira enn 10 børn komu fyri hvørji hjún. Tey fyrstu børnini løgdu epigenetiskt tilfar eftir sær hjá mammuni, sum so førdi tað víðari til næsta barn. Á hendan hátt høvdu tey seinastu børnini meira epigenetiskt tilfar, og tað kann føra til monoklonalar mutatiónir, greiðir hann frá.

Hann leggur afturat, at eisini aðrir faktorar eru vivirkandi til, at ávísar blóðsjúkur eru meira vanligar í Føroyum enn aðrastaðni.

Nýggja greinin í Nature er ein uppfylging av eini slóðbrótandi grein um sama evni, sum kom út í Nature í februar 2019.

Greinin, ið hevur heitið “Meiotic drive in chronic lymphocytic leukemia compared with other malignant blood disorders”, kann lesast her.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.