Skriva út
Lagt út: 22.10.2015

Nýggj stuðulsskipan til vísindaligar útgávur o.l.

Nú er møguleiki hjá granskarum og forløgum at søkja um stuðul til útgávu av vísindaligum bókum og greinum. Stuðul kann latast til útgávu av javnlíkamettum vísindaverkum, ið stuðla føroyskum vísindastarvi. Við javnlíkameting er at skilja faklig meting eftir viðurkendum akademiskum siðvenjum. Við vísindaverk er at skilja bøkur, sum monografiir, doktararitgerðir og greinasøvn, og greinar í tíðarritum. Í øðrum lagi ber til at søkja stuðul til onnur átøk, ið stuðla føroyskt vísindastarv.

Peningurin til hesa stuðulsskipan kemur úr Eik Vísindagrunninum. Leiðslan í Eik gjørdi á heysti 2014 av at avtaka Eik Vísindagrunnin. Stýrið fyri grunnin heitti á Granskingargrunnin um at yvirtaka og umsita tær ognir, sum vóru í grunninum, á besta hátt við støði í endamáli grunsins. Stýrið mælti til, at grunnurin frameftir fyrst og fremst skal stuðla útgávu av javnlíkamettum (“peer reviewed”) vísindaverkum. Talan er um á leið ein millión kr.

Á fundi 22. oktober 2015 samtykti Granskingarnevndin "Reglur um stuðul til útgávu av vísindaverkum o.l." Við støði í hesum reglum samtykti Granskingarnevndin "Treytir fyri stuðli til útgávu av vísindaverkum o.l." Eisini vóru trý fólk vald í nevndina at umsita hesa stuðulsskipanina. Í nevndini eru Eyð Eidesgaard og Jákup Mørkøre vegna Granskingarnevndina og Maria Húsgarð vegna Granskingarráðið.

Stuðul kann latast eftir umsókn, sum skal skrivast á oyðublað, sum er gjørt til endamálið, og skal saman við kravdu fylgiskjølunum sendast talgilt til gransking@gransking.fo. Umsóknirnar verða viðgjørdar av nevndini, so hvørt tær koma inn.

Skipanin heldur fram, til peningurin er uppi.

Neyvari lýsing av reglum, treytum og umsóknarblað sæst her