Skriva út
Lagt út: 04.12.2023

Nýggj stuðulsskipan til uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk

Granskingarráðið fer í næstum at bjóða út stuðul til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantshavi.

Fólkatingið hevur sett tilsamans 15,7 miljónir kr. av frá 2023-2026 til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantshavi við tí endamáli at styrkja samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark.

Játtanin verður umsitin av Granskingarráðnum. Ráðið hevur nú sett eina faknevnd við umboðum úr Føroyum, Grønlandi og Danmark, ið skal nágreina økið, áseta karmar og treytir og taka endaliga støðu til umsóknirnar, ið koma inn.

Faknevndin hevur havt sín fyrsta fund og er nú í ferð við at fyrireika fyrsta útboðið, ið eftir ætlan verður lýst í januar. Væntandi verða slakar 7 mió. kr. tøkar at søkja í fyrsta umfarinum.

Granskingarstovnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark kunnu søkja um stuðul til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantshavi. Ein treyt fyri at fáa stuðul verður, at í minsta lagi tvey av londunum samstarva um verkætlanina.

Samlaða játtanin er treytað av, at avsettu upphæddirnar verða samtyktar á fíggjarlógunum komandi árini.