Skriva út
Lagt út: 13.03.2019

Nýggj ph.d. verkætlan um krabbamein í Føroyum

Tann 1. mars byrjaði Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, eina nýggja ph.d. verkætlan, sum er stuðlað av Team Rynkeby, Krabbameinsfelagnum og Sjúkrakassagrunninum.

Verkætlanin strekkir seg yvir 3 ár, og er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Ílegusavnið.

Endamálið er at lýsa krabbamein í Føroyum bæði yvirskipað, men eisini í smálutum, eitt nú at kanna samband millum krabbamein og aldur, bústað, sosialar umstøður, broytingar gjøgnum tíðina og hvussu krabbamein tyrpist innan familjur. Barnakrabbi hevur eitt serligt fokus í verkætlanini, og endamálið er at gera eina yvirskipaða lýsingina av barnakrabba í Føroyum og herumframt at gera serstakar kanningar innan barnakrabba.

Hetta er fyrsta stig í eini størri ætlan um at menna gransking innan krabbamein í Føroyum og at fáa eina savnandi granskingarstrategi innan hetta økið. Hendan verkætlan fer at slóða veg fyri komandi verkætlanum, tí skráirnar verða gjørdar meira brúkbarar og verða valideraðar í hesi verkætlan. Umframt ta sjálvsøgdu vitan um krabbamein, ið tørvur er á við atlit til at leggja ætlanir og fyribyrgja, fer granskingarverkætlanin at viðføra økta vitan, sum fer at føra við sær heilsufyrimunir fyri fólkið.​

Kelda: krabbamein.fo

Stuðulin úr Sjúkrakassagrunninum er kr. 1.120.010. Les meria um allar játtanir úr Sjúkrakassagrunninum her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.