Skriva út
Lagt út: 27.01.2021

Nýggj lóg komin í gildi fyri Granskingarráðið

Løgtingið samtykti 4. juni 2020 nýggja lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan. Lógin kom í gildi 1. januar 2021.

Nýggja lógin kom í staðin fyri lóg um gransking frá 2001 við broytingum í 2006, sum Granskingarráðið higartil hevur virkað undir.

Í fyrsta umfari eru hesar broytingar í mun til avtiknu lógina:

- Eitt nýtt Ráð fyri gransking, menning og nýskapan skal setast í staðin fyri Vísindaráðið. Ein skrivari skal setast til arbeiðið hjá hesum ráðnum.
- Granskingarnevndin verður umskipað til eina faknevnd og stjórnar ikki longri granskingargrunninum. Í staðin vísir stjórin beinleiðis til Uttanríkis- og Mentamálaráðið.
- Stuðulsskipanirnar hjá stovninum verða skipaðar í einum eksternum grunni.
- Virkisøkið fevnir nú eisini um luttøku Føroya í norðurlendskum og altjóða samstarvi um gransking, menning og nýskapan.

Í sambandi við lógarskiftið eru tvær kunngerðir ávegis. Onnur er um tilnevning av limum í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan. Hin er um stuðulin til gransking.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur raðfest arbeiðið hjá nýggja ráðnum sera høgt og bað í hesum sambandi Løgtingið um eina hægri játtan til Granskingarráðið á Løgtingsfíggjarlógini fyri 2021. Játtanin varð hækkað við 500.000 kr. Í næstum fer at verða lýst eftir fólki.

Sí eisini grein um nýggju lógina frá juni 2020 her