Skriva út
Lagt út: 27.05.2016

Nýggj kunngerð um ph.d. útbúgving lýst

Í dag er ein nýggj kunngerð lýst, sum setir karmarnar fyri ph.d.lestri á Fróðskaparsetrinum. Hon avloysir kunngerð nr. 18 frá 3. mars 2011.

Fleiri broytingar eru í mun til undanfarnu kunngerðina:

  • Tað er ásett eitt endamál við ph.d.útbúgvingini - § 1

  • Tað eru ásett krøv fyri lýsing av verkætlanini, fígging og neyva arbeiðsætlan o.a. frammanundan innskriving - § 4, stk. 4 og § 9, stk. 1-2

  • Tað er ásett, hvat útbúgvingin fevnir um - § 6, stk. 1

  • Tað er ásett, at Fróðskaparsetrið skal tryggja, at neyðugu umstøðurnar eru í lagi fyri, at ph.d.-studenturin kann fullføra útbúgvingina - § 6, stk. 3

  • Tað eru ásettar neyvari reglur um vegleiðing, um tilnevning av høvuðsvegleiðara og møguleika fyri hjávegleiðarum - § 7 og § 10

  • Tað er ásett, at Fróðskaparsetrið kann skriva út ph.d.student, sum ikki er liðugur til ásetta tíð, um ikki um ikki serligar umstøður tala fyri at leingja tíðina. Tó kann ph.d.-studenturin lata Fróðskaparsetrinum ritgerðina til verju fyri ph.d.-heitið eftir, at útbúgvingartíðin er farin. § 9, stk. 3

  • Tað eru ásett krøv um sjálva ph.d.ritgerðina, sum skal skjalprógva, at studenturin evnar at brúka vísindalig háttaløg og at útinna gransking, ið samsvarar við altjóða ph.d.-stig á fakøkinum - § 11 og 12

  • Mannagongdin um innlating til verju, almannakunngerð av ritgerðini, tilnevning av próvnevnd og tilmæli um ritgerðina og verju er dagførd og lýst neyvari - § 12 – 18

  • Mannagongdin fyri verjuni er neyvari lýst - § 19

  • Neyvari reglur eru ásettar um tillutan av ph.d.heitinum, nær tað kann latast og hvat hendir, um próvnevndin ikki metir, at heitið kann latast §21

  • Neyvari reglur eru ásettar um próvskjalið og møguleiki er ásettur fyri at lata ph.d.prógv í samstarvi við annað universitet - § 22

  • Kærumøguleiki er ásettur, sum fevnir um allar avgerðir tiknar sambært ph.d.kunngerðini - §23

Kunngerð nr. 63 frá 24. mai 2016 um philosophiae doctor-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya sæst her

Avtikna kunngerðin sæst her

Hvat er ph.d.
Ph.d. er stytting fyri philosophiae doctor (tað er doktari í filosofi). Hetta er ein 3 ára granskaraútbúgving, sum í dag er kravd fyri at kunna fáa starv sum granskari á universitetum og granskingarstovnum. Eisini fleiri virkir, serliga tey sum arbeiða við menning av nýggjum vørum og tænastum, seta fólk við ph.d.-útbúgving í starv.

Til ber at lesa meira um, hvat ein ph.d. verkætlan er her

Í Heilagrunninum eru flestu føroyingar við ph.d. ella øðrum doktaraheitið skrásettir, sí her

Talgilt savn við ph.d.ritgerðum

Granskingarráðið er farið undir at savna leinki til ph.d. ritgerðir, sum føroyingar hava skrivað sum part av ph.d.lestri í Føroyum og uttanlands, granskarar, sum arbeiða í Føroyum, hava skrivað ella útlendskir granskarar hava skrivað um føroysk evni.

Sí savn her

Veitst tú um eina ritgerð, sum manglar á hesum yvirlitinum, frætta vit fegin.