Skriva út
Lagt út: 07.07.2023

Nýggj grein um haturstalu, politiskt talufrælsi og "cancel culture"

Nýggj vísindalig grein eftir Sigri M. Gaïni, ph.d.-lesandi í politiskari filosofi, er útgivin í vísindaliga tíðarritinum "ATHENA - Critical Inquiries in Law, Philosophy and Globalization". Greinin er javnlíkamett.

Greinin Democratic Formation as the Response to a Growing Cancel Culture viðger vaksandi trupulleikan av sokallaðu "avlýsingarmentanini", fyrst og fremt á universitetum í USA.

Í greinini leggur Sigri M. Gaïni fram eitt nýtt argument: Argumentið um fólkaræðisliga myndan (á enskum: The Argument from Democratic Formation). Hetta argumentið knýtir tvey vanliga mótsigandi sjónarmið, hvørt á síni síðu av kjakinum um politiskt talufrælsi, saman. Argumentið umboðar bæði tað sjónarmið, at lógir ímóti haturstalu eru neyðugar, og um somu tíð tað sjónarmið, at "cancel culture" ikki eigur at verða góðtikið í einum liberalum fólkaræði.

Greinin kann lesast frítt her

Hetta er triðja greinin í ph.d.-verkætlanini hjá Sigri M. Gaïni, sum er stuðlað av Granskingarráðnum.