Skriva út
Lagt út: 07.01.2020

Nýggj grein um Føroyinga søgu

Mest sannlíkt er, at Føroyinga søga varð skrivað í sama bókmentaumhvørvi og í somu tíð sum Sverris søga. Hetta er høvuðsniðurstøða í grein sum komu út í svenska tíðarritinum Scripta Islandica um Føroyinga søgu um ársskiftið.  Tað er Andras Mortensen, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, sum hevur skrivað. Greinin hevur heitið "Færeyinga saga som historisk kilde. En vurdering af sagaens ophavssituation og politiske miljø".

Greinin snýr seg um, hvussu Føroyinga søga skal metast sum søgulig kelda. Metingin verður gjørd við støði í niðurstøðum hjá tí bókmentasøguligu granskingini um, hvussu teksturin í Føroyinga søgu er varðveittur, og hvat hetta sigur okkum um upprunan hjá søguni og um teir politisku faktorarnar, sum gjørdu seg galdandi, tá frásøgnin varð til og formað.

Les meira um greinina á setur.fo