Skriva út
Lagt út: 19.04.2021

Nýggj grein um eyðmerking av laksalús

Í nýggjari vísindagrein verða ymiskir kanningarhættir samanbornir at meta um tal av laksalýs í sýnum. Granskarar á Fiskaaling eru viðhøvundar á greinini, sum er kunngjørd í altjóða ritinum Journal of Fish Diseases.

Í greinini verður ein samanbering lýst av ymiskum háttum at kvantifisera laksalús í planktonsýnum. Verkætlanarleiðarin sendi planktonsýni við ávísum tali av laksalúsum í, ókent fyri móttakaran, til ymiskar starvsstovur í Noregi, Skotlandi og Føroyum. Hesar starvsstovur brúktu síðani hvør sín kanningarhátt at meta um talið av laksalýs í sýnunum.

Úrslitini vístu, at allir kanningarhættir hava ávísar fyrimunir og vansar, sum eisini eru lýstar í greinini. Fiskaaling gjørdi kanning við qPCR, og tað vísti seg at vera rættiliga “density dependent”. Tað merkir, at um nógv plankton var í sýnunum, vóru úrslitini góð, meðan úrslitini vóru minni góð, tá lítið av plankton var í saman við laksalýsnum.

Aðrir royndir kanningarhættir vóru ljósmikroskop, fluorescence mikroskop, flow-cam, ddPCR og fPCR. Einans ddPCR kundi sammetast við ljós mikroskopi.

Samantha Bui frá Havrannsóknarstovuni í Noregi stóð fyri verkætlanini. Gunnvør á Norði og Ása Jacobsen, granskarar á Fiskaaling, luttóku í kanningararbeiðinum.

Verkætlanin er stuðlað av Norges Forskningsråd, Granskingarráðnum, umframt av stovnunum, sum granskararnir arbeiða á. 

Enska heitið á greinini er «Finding the needle in the haystack: Comparison of methods for salmon louse enumeration in plankton samples

Greinin kann lesast her

Kelda: Fiskaaling.fo

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.