Skriva út
Lagt út: 17.11.2021

Nýggj grein um alduorku í Føroyum

Bárður Joensen, ph.d.-lesandi, hevur saman við Bárði A. Niclasen, ph.d. og lektara í alisfrøði, og Harry B. Bingham, professara á DTU, útgivið nýggja vísindaliga grein um alduorku í Føroyum.

Í greinini, sum eitur ”Wave power assessment in Faroese waters using an oceanic to nearshore scale spectrum wave model”, leggja høvundarnir fram, at avbyrgd elnet í ábærum økjum, sum til dømis okkara í Føroyum, væntandi verða tey fyrstu, sum kunnu nýta alduorku á búskaparliga kappingarføran hátt.

Við nýggjastu tøkni á økinum – tí sonevndu Spectral wave model MIKE 21 SW – verða alduviðurskiftini kring Føroyar kortløgd til tess at meta um møguleikarnar fyri alduorkuframleiðslu.

Mátingarnar vísa, at mesta aldan kemur vestan- og sunnaneftir, ímeðan nakað av aldu kemur norðaneftir. Alda úr øðrum ættum er lítil og sjáldsom. Í miðal er alduorkan sostatt væl størri á útsynningsleiðini enn eystanfyri. Størsta aldan vestanfyri liggur um 12-14 m., norðanfyri er hon 9-13 m. og eystanfyri 8-9 m.

Høvundarnir staðfesta, at sambært teirra kanning kann myndilin, teir hava nýtt, veita álítandi hagtøl um alduviðurskifti í viðkomandi økjum kring Føroyar. Hesar dátur eru týdningarmikil liður í grundleggjandi arbeiðinum við sniðgávu av alduorkuskipan og umlegging til 100% varandi orku í Føroyum.

Greinin kann lesast her.