Skriva út
Lagt út: 01.09.2017

Nýggj granskingarnevnd sett frá 1. september

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett nýggja Granskingarnevnd.

Í Granskingarnevndini, sum stjórnar Granskingargrunninum, sita 7 limir. Nevndarlimirnir skulu hava skil fyri tí strategiska týdninginum, sum granskingin hevur fyri samfelagið, ella hava granskingarførleika.

Granskingarnevndin hevur ovastu leiðsluna yvir grunninum og yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini um virksemi grunnsins verða fylgdar, og at grunnurin virkar samsvarandi endamálinum.

Granskingarnevndin ráðgevur landsstýrinum og vinnulívinum í granskingarpolitiskum spurningum, og hon skal eisini leiðbeina og ráðgeva granskarum í granskingarspurningum.

Granskingarnevndin umsitir granskingargrunnin og tekur endaliga støðu til, hvørjar umsóknir verða stuðlaðar.

Limirnir í Granskingarnevndini eru:

- Wilhelm E. Petersen, ph.d., stjóri á Vinnuháskúlanum, formaður, tilnevndur av Mentamálaráðnum
- Erika A. Hayfield, ph.d., lektari á Fróðskaparsetrinum, tilnevnd av Mentamálaráðnum
- Rúni Weihe, deildarleiðari fyri G&M á Havsbrún, tilnevndur av Fiskimálaráðnum
- Richard Schwartson, KT-leiðari hjá Landsapotekaranum, tilnevndur av Heilsumálaráðnum
- Marjun Wilhelm, góðskuleiðari hjá Luna, tilnevnd av Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum
- Durita í Grótinum, góðskuleiðari hjá JFK, tilnevnd av Arbeiðsgevarafelagnum
- Helgi Eidesgaard, savnshjálpari á Landsskjalasavninum, tilnevndur av løntakarafeløgunum

5 fólk eru nývald, tey eru Wilhelm E. Petersen, Erika Hayfield, Rúni Weihe, Marjun Wilhelm og Helgi Eidesgaard.

Granskingarnevndin er sett fyri trý ár frá 1.9.2017 til 31.08.2020.

Mentamálaráðið tilnevnir formannin. Granskingarnevndin skipar seg við næstformanni millum hinar seks limirnar.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.