Skriva út
Lagt út: 20.10.2014

Nýggj granskingargrein um lívshóttandi infektiónir

Shahin Gaini, Ph.D., yvirlækni og serlækni í internum medisini, infektiónsmedisini og tropumedisini, hevur í samstarvi við granskarar í Danmark og USA almannakunngjørt eina vísindaliga grein um blóðeitran, sjokk, katekolaminmátingar og biomarkørar fyri akuttan æðraskaða við lívshóttandi infektiónir.

Ótættar blóðæðrar, blóðtøppar og diffus bløðing við dissemineraða, intravaskulera koagulatión eru sera álvarsligar avleiðingar av sverum infektiónum, sum t.d. blóðeitran, septiskum sjokki og tí aktuellu Ebola sjúkuni.

Granskararnir vóna, at úrslitini av teirra gransking kunnu verða við til at menna vitanina og viðgerðarmøguleikarnar, tá talan er um sverar infektiónir í einum globalum høpi.

Talan er um translationella gransking, har basal vísind verður tengd at kliniskari gransking.

Shahin Gaini er leiðari av OSepS (Odense-Sepsis-Study) á Odense Universtitetshospitali, sum er ein av heimsins størstu biomarkør kohortum innan sepsisgransking.

Sjúklingarnir í aktuellu greinini eru inkluderaðir á Odense Universitetshospitali millum 2003 og 2005, sum partur av Ph.D. verkætlanini “New Markers for Infection and New Methods in Evaluation of the Inflammatory Status in Patients with Sepsis”.

Medisinska Granskingareindin á Landssjúkrahúsinum hevur í verandi løtu ein granskingarbólk, sum fokuserar uppá biomedisinska gransking innan álvarsligar, lívshóttandi infektiónir. Bólkurin samstarvar við Syddansk Universitet, Odense Universitetshospital, Københavns Universitet, Rigshospitalet, Landsspitali Universitetssjúkrahús Reykjavík, University of Iceland, Amsterdam Universitet, Amsterdam Academic Center University Hospital og Fróðskaparsetur Føroya.

Nógvar verkætlanir eru í løtuni í gongd. Ein Ph.D. verkætlan er um lívshóttandi infektiónir og blóðeitran (FAPI verkætlanin). Ein Ph.D. verkætlan um, hví føroyingar vóru so hart raktir av meningitis B, og um føroyingar eru serliga útsettir fyri at fáa meningitis (MeFcocc verkætlanin), og ein Post Doc verkætlan, sum skal kanna, um føroyingar eru serligar útsettir fyri at fáa tuberklar (MyFgen verkætlanin), eru undir fyrireiking.

Nýggja granskingargreinin er at finna í sínari heild á www.efeingi.fo.