Livskorskanning Fyritidarpensjonistar
Skriva út
Lagt út: 24.11.2025

Nýggj frágreiðing um lívskorini hjá fyritíðarpensjónistum

Olga Biskopstø, verkætlanarleiðari, hevur saman Gesti Hovgaard gjørt nýggja frágreiðing um lívskorini hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum. Fróðskaparsetur Føroya, Sjúkrakassagrunnurin, Betri Stuðul og Megd hava fíggjarliga og praktiskt gjørt tað møguligt at fremja verkætlanina

Fyritíðarpensjónistar er ein viðbrekin bólkur í føroyska samfelagnum. Teirra støða sigur okkum nógv um, hvussu vælferðarsamfelagið virkar, og hvussu langt vit eru komin á leiðini móti einum samfelagi, har øll hava rætt til eitt virðiligt og innihaldsríkt lív. Hetta er ikki bert ein spurningur um fíggjarligan tryggleika, men líka nógv um at skapa karmar fyri sosialari luttøku og virðing.

M.a. soleiðis skriva Olga Biskopstø og Gestur Hovgaard í nýggjari frágreiðing um lívskorini hjá fyritíðarpensjónistum, sum nú verður almannakunngjørd.

Eins og í øðrum lívskorskanningum er endamálið við hesari kanningini at lýsa og staðfesta málini í vælferðarpolitikkinum í mun til tann veruleika, sum borgarin upplivir.

Meira ítøkiliga er endamálið at lýsa sosialu støðuna hjá borgarum við skerdum førleika, vegna sjúku og brek; at vísa á veikleikar í verandi vælferðarskipan, soleiðis sum borgarin við skerdum førleika upplivir hana; og at vísa á viðurskifti, t.e. sosialar støður og trupulleikar, sum politiskt ella umsitingarliga eiga at loysast.

Hóast tað kundi verið ynskiligt, er hendan kanningin ikki so umfatandi, at hon lýsir korini innan fyri hvønn einstaka limabólk í Megd. Hinvegin er dentur lagdur á at lýsa umstøður, ið ganga aftur hjá øllum limabólkum, og sum einstaki limurin í Megd tí kann kenna seg aftur í.

Í 2007 varð útgivin ein kanning líknandi hesari (Biskopstø & Mýri, 2007). Tí hevur tað verið áhugavert at kunna samanbera og síggja, hvørji viðurskifti eru broytt tey árini, sum farin eru.

Lutfalsliga talið av pensjónistum liggur nøkulunda støðugt árini millum 2004 og 2024. Í Føroyum vóru í 2024 samanlagt 2005 fyritíðarpensjónistar, svarandi til 3,7% av fólkinum millum 18-66 ár. Sama talið í 2004 var tá 3,9%. Talið hevur ligið rættiliga støðugt, men broytist eitt sindur eftir tillagingum í mannagongdum umframt øðrum viðurskiftum. Tó at nakrir munir eru, so er talið av fyritíðarpensjónistum eisini lutfalsliga javnt býtt millum ymisku økini í landinum.

Flestu fyritíðarpensjónistar fingu í 2021 hægstu fyritíðarpensjón, og býtið er rættiliga javnt millum kynini: 50,2% kvinnur og 49,8% menn. Fyri lægstu og miðal veiting er býtið hinvegin, at kvinnurnar eru 1/3, og menninir 2/3. Býtið millum giftar og ógiftar fyritíðarpensjónistar er, at støk telja umleið 2/3, og gift 1/3.

Hjá støkum og giftum fyritíðarpensjónistum við hægstu fyritíðarpensjón liggur árliga útgjaldið frá beint niðan fyri 150.000 kr. og upp ímóti 170.000 kr. Hjá giftum fyritíðarpensjónistum við miðal fyritíðarpensjón liggur árliga útgjaldið á gott 135.000 kr.

Ein stór broyting til tað betra seinastu árini er, at inntøka hjá hjúnafelaga ikki verður mótroknað pensjónini. Samanborið við eina arbeiðaraløn, ið vanliga liggur oman fyri 270.000 kr. árliga, má sigast, at talan er um ein lágløntan bólk í samfelagnum. Minni enn helvtin av fyritíðarpensjónistunum í Føroyum hevur arbeiðsinntøku aftur at pensjónini.

Kanningin frá 2007 vísti, at fyritíðarpensjónistar ikki høvdu nøktandi lívskor. Fíggjarliga var støðan hjá teimum flestu, at tað var neyðugt við serligum tiltøkum fyri at fáa peningin at røkka til. Familjan var oftast avgerandi fyri, at tey kundu klára seg. Á flestøllum øðrum økjum vóru eisini avmarkingar og trupulleikar, heilt frá bústaðarviðurskiftum og at vera útihýstur frá arbeiðsmarknaðinum til vantandi møguleikar fyri viðgerð og uppvenjing – alt umstøður, ið ávirkaðu lívskorini skeiva vegin og minkaðu um lívsvirðið, sum hjá mongum hevði einsemi og avbyrging við sær.

Niðurstøðurnar í hesi nýggju kanningini vísa, at batar eru samanborið við 2007.

Málsviðgerðin hevur fingið væl betri karmar, og haraftrat eru fíggjarligu karmarnir eisini batnaðir. Samrøður okkara vísa eisini, at viðurkenningin av fólki við breki – hetta frá arbeiðsgevarum og samfelagnum í breiðari týdningi – eisini er batnað, t.d. í mun til arbeiði og í mun til atgongd.

Fyritíðarpensjónistar eru tó framvegis ein láglønarbólkur, sum kann hava tað sera tungt fíggjarliga. Og nógvar av niðurstøðunum frá 2007 síggjast aftur í hesi kanningini.

Í nýggju kanningini síggja vit, at tað ikki eru so fáir fyritíðarpensjónistar, sum kenna seg einsamar og avbyrgdar frá restini av samfelagnum. Hetta kann vera eitt úrslit av sjúkuni/brekinum, men hongur ikki minni saman við tí samfelagsligu stigmatisering – t.e. fordómar og illgrunasemi – sum tey ofta møta, tí tey “ganga fyri onki” ella “eru ónyttur”. Nógv teirra taka seg tí aftur frá einum virknum sosialum lívi og halda seg til nærmastu familjuna.

Hóast nøkur einstøk trívast við “bara at passa seg sjálv”, so er lítil ivi um, at flestu  fyritíðarpensjónistar ynskja sær eitt meira virkið sosialt lív. Mong sakna at vera við til eitthvørt, sum gevur meining og innihald í gerandisdegnum – nakað, sum røkkur frá sosialari samveru til nakrar arbeiðstímar ella til okkurt, sum hevur við førleikamenning og útbúgving at gera.

Ongin ivi er heldur um, eins og tað sást í 2007-kanningini, at tað framvegis er nærmasta familjan, sum er týdningarmesti liðurin í at megna lívið sum fyritíðarpensjónistur.

Eitt er, at familjan ofta er einasta sosiala relatiónin, men tað skal eisini skiljast so, at oftast er tað familjan, sum má traðka til, tá ið tørvur er á hjálp. Hetta kann vera fyri at fáa gerandisdagin at virka ella fyri at fáa tað fíggjarliga at mala runt. Ein ikki so lítil partur av fyritíðarpensjónistunum í dag høvdu verið munandi verri stødd, um tey ikki kundu búgva inni hjá t.d. foreldrum ella aðrari familju ella í heimi, sum kanska fleiri systkin eru arvingar til.

Ein viðkomandi spurningur er tí, um bústaðar- og familjumynstrið í Føroyum ikki er við at broytast so mikið nógv, at hetta slagið av loysnum ikki fer at vera eins natúrligt framyvir. Talan er eisini um umstøður, sum hanga saman við einum sera truplum bústaðarmarknaði í Føroyum. Høgi kostnaðurin fyri bústað og fáir valmøguleikar til mátar at búgva uppá, er nakað, sum gongur aftur í samrøðunum.

Ein greiður munur í bólkinum av fyritíðarpensjónistum er, at nøkur teirra – serliga tey við útbúgving – hava eina trygging og/ella aðra pensjón, sum hevur hjálpt teimum. Eisini er munur millum tey, sum hava ein bústað, ið tey megna at gjalda niður. Tey, sum megna, brúka alt ov stóran part av inntøkuni til bústað ella mugu búgva hjá familju o.ø., høvdu ynskt at koma onkra aðrastaðni. Hetta merkir, at ein ikki so lítil partur av fyritíðarpensjónistum kennir seg læstan í eini støðu, tey ynskja at koma burturúr.

Hóast tað sjálvandi ikki er eintýtt, so er av nevndu orsøkum ikki skeivt at siga, at teir fyritíðarpensjónistar, sum eru serliga illa fyri fíggjarliga og sosialt og oftast uttan útbúgving ella liva støk, eru í tí síðsta bólkinum.

Tey, sum einans hava pensjónina at líta á – oftani eisini einlig – hava tað, sum nevnt, serliga tungt. Her eigur m.a. at verða arbeitt fyri betri møguleikum fyri inntøku aftrat pensjónini, ella at pensjónin hækkar.

Flutningsføri hevur eisini stóran týdning. Hetta vísti kanningin í 2007 eisini. At hava møguleikan at flyta seg, lættliga, vísir seg at geva lívsvirði og skapar sambond. Teir trupulleikar, ið standast av vantandi smidleika og nýtslu av akførum, fylla nógv hjá tí einstaka og tyngja umstøðurnar.

Eisini hevði ein sosialt rættaður bústaðarpolitikkur kunnað bøtt munandi um møguleikarnar hjá fyritíðarpensjónistum at fáa eitt virkið og innihaldsríkt lív.

Lesið alla frágreiðingina her (tvær síður í senn) og her (eina síðu í senn).

Kelda: setur.fo

Mynd: Tilgjørd úr permugrafikki í frágreiðingini