Skriva út
Lagt út: 24.05.2022

Nýggj flokking av føroyskum málførum

Í European Journal of Scandinavian Studies er grein, har málførini verða flokkað nakað annarleiðis enn higartil hevur verið gjørt. Hjalmar P. Petersen professari á Føroyamálsdeildini hevur skrivað greinina, og flokkar hann málførini eftir, hvussu endingarsjálvljóðini eru, hvussu sjálvljóð eru í herðingarsterkari støðu og eftir ‘p-t-k’ í orðum sum ‘eta’, t.e., um fólk hava framburðin /e:hta/ ella /e:da/. Endingarsjálvljóð eru til dømis “-i” í “stór-i”, sum viknar til eitt “e”-ljóð í Havnini og aðrastaðni. Sjálvjóð í herðingarsterkari støðu eru millum onnur “ó”, og tann ymiski framburður, sum hetta ljóð hevur, t.e. /øu/ /støurur/ ella /ou/, /stourur/ “stórur”.

Í stuttum er úrslitið tað, at vit hava eitt útnyrðingsøki, sum fevnir um Mykines, Vágar, Norðurstreymoy og Eysturoy. Síðan eru Norðuroyggjar í øki fyri seg, og sama geldur Suðurstreymoy. Hetta er vestur-eystur dimensiónin, og aftur at henni kemur tann kenda suður-norður dimensjónin, har talan er um málførini sunnan fyri Skopunarfjørð og málførini norðanfyri.

Greinin kallast "Evidence for the modification of dialect classification of modern spoken Faroese" og kann lesast á síðuni hjá tíðarritinum EJSS (krevur hald)

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.