Skriva út
Lagt út: 10.07.2020

Nýggj bók og keldur um Føroya søgu

Hósdagin 9. juli kom bókin Færøerne efter freden eftir Hans Andrias Sølvará, professara í søgu, út á Aarhus Universitetsforlag.

Bókin er partur av røðini 100 danmarkshistorier. Hetta er bókarøð við ymsum søguligum evnum lýstum av 100 ymsum granskarum í 100 bókum á 100 síðum hvør. Tað kemur ein bók út um mánaðin.  Sambært forlagnum so er talan um ein nýggjan máta at miðla søgu. Hvør bók tekur støði í eini týdningarmiklari hending, einum árstali og einum evni, sum verður vindeyga til at uppliva og skilja søgu Danmarkar.

Bókin Færøerne efter freden tekur støði í friðinum í Kiel í 1814 og sigur søguna um, hvussu Føroyar gjørdust partur av danska ríkinum og hvønn týdning hetta hevur haft í Føroyum.

Í sambandi við útgávuna er ein ørgrynna av tilfari afturat almannakunngjørt á síðuni danmarkshistorien.dk 

Her er ein grein við heitinum Færøerne og Danmark, sum Hans Andrias Sølvará hevur skrivað.  Eisini eru fleiri keldur til Føroya søgu almannakunngjørdar talgildar á fysta sinni. Hesar eru:

Jóannes Patursson: Færøsk politik, 1903

Betænkning angående folkerepræsentation på Færøerne, 3. september 1846

Anmodning om folkerepræsentation på Færøerne, 31. juli 1846

Niels Winther: Et embedsaristokratisk Udkast til en Communallov for Færøerne angrebet med stadig Hensyn til Grundloven og Localiteterne, 1850 (er ávegis)

Hesar keldur koma afturat í eitt sera umfatandi savn av keldum til søgu Danmarkar, Føroya, Grønlands, Íslands v.m.

Umframt hetta, so hevur spælframleiðarin Meganørd givið út eitt spurnarkappingarspæl Dyst!. Hetta er eitt spæl, har til ber at kappast ímóti familju og vinum í strategi og søguligari vitan. Hvør bókahøvundur hevur gjørt 20 spurningar til spælið, sum tí fevnir sera víða.

A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal hevur stuðlað útgávuni av 100 danmarkshistorier.