Skriva út
Lagt út: 19.05.2011

Nýggj bók: “Geology of the Faroe-Shetland Basin and adjacent areas”

Jarðfeingi sigur í tíðindaskrivi frá, at bókin: “Geology of the Faroe-Shetland Basin and adjacent areas”.  sum stovnurin hevur verið við til at skriva, er komin út.

Stóri áhugin fyri oljuleiting í Hetlandsrennuni og á føroyska landgrunninum seinastu 20 árini hevur ment vitanina um jarðfrøðina her um leiðir nógv. Henda vitan hevur tó higartil verið spjadd í óalmennum rapportum og vísundaligum ritum, og atgongdin til hana verið trupul. Tí hevur Jarðfeingi, saman við British Geological Survey (BGS) savnað hesa vitan í eina bók, fyri á tann hátt at gera hana lættari atkomuliga fyri tey, sum hava áhuga í hesum økinum.

Heri Ziska, vísindamaður og deildarleiðari á Jarðfeingi, Derek Ritchie og Howard Johnson, báðir frá BGS, hava ritstjórnað bókina. 21 vísindafólk hava verið við til at skriva bókina, harav fýra frá Jarðfeingi.

Tilfar og dátur eru millum annað fingin til vega frá m.a. Biofar, oljufeløgunum, seismikkfeløgum og myndugleikum.

Seks av kapitlunum viðgera, hvussu øki sá út og broyttist í ymsum jarðfrøðiligum tíðarskeiðum. Harafturat eru kapitlar um skap í undirgrundini (Struktur jarðfrøði), jarðfrøðina á havbotninum, jarðvandar á landgrunninum og at enda oljuleitingar jarðfrøði, har m.a. nógvir av oljufundunum í økinum verða viðgjørdir.

Bókin er partvís fíggjað av Jarðfeingi og BGS og partvís við stuðli frá oljufeløgunum: Total, BP, Chevron, Hess, Eni, ConocoPhillips og Talisman. Layout og prenting er gjørd av BGS.
Bókin, ið er á enskum máli, er 317 síður við 165 myndum, og kostar 250 kr. og fæst til keyps í bókhandlunum.